Russiskt sinnaður flokkur vann valið í Lettlandi

Russiskt sinnaður flokkur vann valið í Lettlandi
Miðvinstrahalli Samlagsflokkurin, ið verjir russisk áhugamál í Lettlandi, fekk 19,8 prosent av atkvøðunum við tjóðartingsvalið í gjár.
Kvinna í Riga við atkvøðuseðli á tjóðartingsvalinum í Lettlandi 6. oktobur 2018.
Mynd: AP  
 
07.10.2018 - 15:11

ES-menningarflokkurin fekk 12 prosent, og teir meira fólksligu KPV LV og Nýggju Konservativu fingu sløk 28 prosent.

Hetta merkir, at flokkar, ið higartil hava hildið Samlagsflokkin uttanfyri, ikki longur hava nóg nógvar sessir til tess. 

Við sínum 19,8 prosentum kann Samlagsflokkurin skipa stjórn saman við nýggju, fólksligu flokkunum. Samlagsflokkurin fær 23 av 100 sessum, og Nýggju Konservativu og KPV LV fáa hvør sínar 16 sessir.

Gomlu stjórnarflokkarnir fingu 27 prosent av atkvøðunum við valið í gjár.

Lettland hevur mark til Russlands. Umleið ein fjórðingur av íbúgvunum hevur russiskt sum móðurmál.

Samlagsflokkurin hevur lovað, at Lettland framhaldandi skal vera í ES og NATO, og at landið eisini skal samstarva meira við grannan fyri eystan.

Valluttøkan var 54,6 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025