Kommunurnar kunnu læna tvær milliardir afturat

Kommunurnar kunnu læna tvær milliardir afturat
Skuldin minkað nøkur hundrað prosent av inntøkunum
Kommunurnar eru væl fyri fíggjarliga, sigur Landsbankin.
 
13.11.2018 - 08:02

Skuldin hjá kommununum í Føroyum er minkað nógv seinasta 25 árini.

Í 1993 skyldaðu kommunurnar hálvafjórðu ferð skattainntøkurnar, ella 367 prosent. 

Nú er skuldin 20 prosent.

31.desember í fjør skyldaðu kommunurnar 1,1 milliard krónur, men tær áttu 627 milliónir á bók.

Nettoskuldin var tí 481 milliónir krónur.

Tað sigur Landsbankin í frágreiðing um kommunubúskapin.

Væl fyri

Niðurstøðan er, at fíggjarliga eru kommunurnar væl fyri. Inntøkurnar vaksa skjótari enn skuldin.

Sambært lógini kann ein kommuna ikki skylda meiri enn eina árs skattainntøku. 

Tá skuldin 31.desember 2017 var 21 prosent av skattainntøkuni, merkir tað, at kommunurnar kunnu læna slakar tvær milliardir krónur afturat, uttan at raka loftið í lógini.

Nógv á bók

Kommurnar hava nógvar milliónir standandi í peningastovnunum, yvir 600, men Váðaráðið ger vart við, at innskjótaratrygdin, okkurt um 750.000 kr., er ikki galdandi fyri kommunurnar. 

Síðani kreppuna fyrst í 90-unum er rentubyrðan minkað nógv.

Landsbankin sigur, at í 1993 var rentan yvir 40 prosent av skattainntøkunum. Nú er hon minni enn fimm prosent.

Rentubyrðan er rentuútreiðslur minus rentuinntøkur roknað í mun til skattainntøkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751