Lars Olsen ger tvær broytingar

Lars Olsen ger tvær broytingar
í dag fekst ábending um, hvussu føroyska uppstillingin fer at síggja út ímóti Aserbadjan
 
14.11.2018 - 08:49

Føroyska landsliðið hevði sína fyrstu venjing í høvuðsstaðnum í Aserbadjan, Baku, í dag.

Ein partur av venjingin var taktisk, og har bar til at fáa ábending um, hvørjir ellivu byrja ímóti Aserbadjan leygardagin.

Tað er longu greitt, at Jóan Símun Edmundsson, sum er skaddur, og Rene Shaki Joensen, sum hevur leikbann, ikki eru tøkir.

Út frá taktisku venjingini, sum Lars Olsen hevði í dag, bendi á, at Sølvi Vatnhamar og Klæmint A. Olsen fara at byrja fyri teir báðar.

Tað eru framvegis fleiri dagar til dysturin verður, men í løtuni er hugsandi, at liðið kemur at síggja soleiðis út:

Gunnar Nielsen málverji
Gilli R. Sørensen høgri vongverji
Viljormur Davidsen vinstri vongverji
Atli Gregersen miðverji
Sonni Ragnar Nattestad miðverji
Odmar Færø miðverji
Hallur Hansson miðvallari
Rógvi Baldvinsson miðvallari
Brandur H. Olsen miðvallari
Sølvi Vatnhamar miðvallari
Klæmint A. Olsen áleypari

Sostatt verður uppstillingin hin sama, sum hon var ímóti Kosovo á Tórsvølli.

Rógvi Baldvinsson verður á verjukenda miðvøllinum, stuðlar av Halli Hansson, meðan Sølvi Vatnhamar og Brandur H. Olsen vera frammanfyri.

Tvey ivamál

Brandur H. Olsen og Sonni Ragnar Nattestad gjøgnumførdu ikki venjingina í dag. Báðir hava smáskaðar, sum hugt verður nærri at.

Tað verður tó í løtuni væntað, at báðir verða klárir til dystin ímóti Aserbadjan leygardagin.

Beinleiðis í sjónvarpinum

Dysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður leygardagin klokkan 17.00 í Baku. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá klokkan 16.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107