Airbnb strikar býli á Vestara Áarbakka

Airbnb strikar býli á Vestara Áarbakka
Airbnb hevur boðað frá, at fyritøkan ikki longur fer at bjóða býli at leiga í ísraelsku búsetingunum á Vestara Áarbakka.
 
20.11.2018 - 10:27

Amerikanska fyritøkan skrivar í fráboðan, at "ísraelsku búsetingarnar á hertikna Vestara Áarbakka eru kjarnin í stríðnum millum ísraelar og palestinar".

- Vit vita, at fólk fara at vera ósamd við hesi avgerðini hjá okkum. Airbnb hevur djúpa virðing fyri hesum áskoðanum, og okkara vón er, at altjóða samfelagið heldur fyrr enn seinni fylkist fyri at loysa hetta søguliga stríðið, skrivar amerikanska úleigu-fyritøkan.

Airbnb hevur havt einar 200 leigubústaðir á sínum lista í ísraelsku búsetingunum á vestara Áarbakka, stendur í fráboðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 6 MF MENN
192644