Vann 210 milliónir

Vann 210 milliónir
Heppin dani vann í gjárkvøldið 210 mió í Eurojackpot.
 
08.12.2018 - 12:19

Ein maður úr Kalundborg í Danmark kann keypa størri jólagávur enn tey flestu í ár.

Hann vann nevniliga 210 mió í Eurojackpot í gjárkvøldið.

Hetta er næst-størsti vinningurin, sum nakrantíð er vunnin í Danmark. Størsti vinningurin var í 2015, tá ein vinnari fekk 315 milliónir krónur.

Danske Spil, sum tekur sær av Eurojackpot, siga í dag, at tey hava havt samband við vinnaran.

Talan er um ein mann frá Kalundborg, og hann er sera ovfarin, siga Danske Spil við Ritzau.  Meira vilja tey ikki siga um hepna vinnaran.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527