Ófriðurin fer at raka búskapin

Ófriðurin fer at raka búskapin
Mótmælisgongurnar í Fraklandi fara nú eisini at merkjast í búskaparvøkstrinum hjá landinum, væntar ráðharrin í fíggjarmálum
Ófriðurin í Fraklandi fer nú eisini at ávirka búskaparliga vøksturin í landinum, heldur ráðharrin í fíggjarmálum
Mynd: AP  
 
09.12.2018 - 17:48

Herviligi ófriðurin í Fraklandi fýra tær síðstu vikurnar merkist ikki bara í gøtunum í landinum. Búskapurin hjá landinum fer eisini at merkja sviðan av ringa ófriðinum.

Bruno Le Maire, ráðharri í fíggjarmálum, sigur í dag, at Frakland má rokna við, at mótmælini og ófriðurin síðstu tíðina nú eisini fer at raka búskapin hjá landinum.

- Vit mugu vænta niðurgongd í búskaparvøkstrinum í ár, orsakað av mótmælunum hjá Gulu vestunum, sigur ráðharrin í fíggjarmálum, sambært tíðindastovuni Reuters.

Stjórnin í Fraklandi lovaði leygardagin at taka upp tingingar við mótmælisrørsluna Gulu vestarnir, men tað er ein rørsla uttan leiðarar, og tí er trupult hjá stjórnini at fáa tingingar í lag.

Tilsamans 136.000 fólk tóku lut í mótmælisgongum í Fraklandi í gjár. Meira enn 1.700 fólk vórðu handtikin og 1.200 eru varðhaldsfongslað, sigur innanríkisráðið í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904