Oljuprísurin lækkar

Oljuprísurin lækkar
Í gjár lækkaði oljuprísurin aftur, eftir at hann hækkaði seinast í farnu viku, eftir semjuna í OPEC um at minka um søluna av olju.
 
11.12.2018 - 10:40

Óvissan um, hvussu tey 24 londini í OPEC fara at virka eftir avtaluni um at lækka søluna av olju, og um oljusølan úr USA fer at hækka, fær oljuprísin at lækka.

Í gjár lækkaði oljuprísurin aftur, eftir at hann hækkaði seinast í farnu viku, eftir semjuna í OPEC um at minka um søluna av olju.

Oljuprísurin er lækkaður við umleið einum triðingi síðani í oktober, tá prísurin var tann hægsti í fýra ár.

Gongdin seinastu dagarnar bendir á, at avtalan hjá OPEC kanska ikki er nóg mikið fyri at fáa prísin at hækka aftur.

Í morgun kostar ein tunna av olju úr Norðsjónum góðar 60 dollarar. Tað er ein dollari minni enn seinnapartin í gjár.

Samstundis verður ein tunna av olju úr USA seld fyri góðar 51 dollarar, sum er ein hálvan dollara minni enn seinnapartin í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541