Misálit á Theresu May

Misálit á Theresu May
Í minsta lagi 48 konservativir parlamentslimir hava skrivað undir eitt uppskot um misálit á Theresu May.
 
12.12.2018 - 11:46

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær, hóast 48 konservativir parlamentslimir hava skrivað undir eitt uppskot um misálit á hana.

Atkvøtt verður um misálitið í kvøld.

Theresa May segði í eini røðu í Downing Street fyri fáum tímum síðani, at hon fer at stríðast av øllum alvi móti misálitinum.

- Ein nýggjur floksleiðari fær ikki stundir at samráðast um Brexit av nýggjum. Fara vit nú at brúka vikur at stríðast móti hvør øðrum, elvir tað til meira spjaðing, sum bara gagnar andstøðuni, og tað hevur Bretland ikki áhuga fyri, segði Theresa May.

- Eg eri fús at loysa uppgávuna. Fólkið vil hava Brexit, og vit lata skulu vøruna, segði hon.

Í gjár var forsætisráðharrin á rundferð í fleiri ES-londum í eini roynd at broyta Brexit-avtaluna. Í dag skuldi Theresa May hitta politisku leiðsluna í Dublin, men ferðin til Írlands varð avlýst, tí misálit er reist á forsætisráðharran.

Konservativi flokkurin fer í kvøld at taka støðu til, um Theresa May framvegis skal vera forsætisráðharri og forkvinna í konservativa flokkinum.

Atkvøða 158 av teimum 315 konservativu parlamentslimunum fyri misálitinum, noyðist Theresa May at leggja frá sær.

Síðani fer flokkurin væntandi at skjóta tvey valevni upp til forsætisráðharra. 

Vinnur Theresa May atkvøðugreiðsluna, heldur hon fram í minsta lagi eitt ár afturat, tí sambært reglunum ber ikki til at bjóða einum formanni av, fyrr enn eitt ár er farið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650