Tríggjar fyritøkur dálka sum alt Svøríki

Tríggjar fyritøkur dálka sum alt Svøríki
Tríggjar stórar svenskar fyritøkur hava størri útlát av vakstrarhúsgassi enn alt Svøríki tilsamans
 
28.12.2018 - 10:10

Tær tríggjar altjóða svensku fyritøkurnar, Hennes & Mauritz, Ericsson og Electrolux hava størri útlát av vakstrarhúsgassi enn alt Svøríki tilsamans.

Dagens Industri skrivar, at útlátið hjá hesum trimum fyritøkunum er 108 milliónir tons av vakstrarhúsgassi árliga. Til samanberingar var utlátið hjá øllum Svøríki gott 100 milliónir tons. 

Uppgerðin fyri Hennez & Mauritz, Ericsson og Electrolux fevnir um teirra framleiðslu og virksemi kring allan heim.

Nakrar fyritøkur gera upp, hvussu nógv útlát av kol-tví-súrni tær hava, men mangar upplýsa púrt einki um sítt útlát, skrivar Dagens Industri.

Ericsson sigur, at útlátstølini hjá Dagens Industri og samanberingin av Ericsson og Svøríki ikki er saklig.

- Tey útlátini, vit gera upp, galda fyri allar vørur í 180 londum. Og allur okkara ídnaður stendur fyri umleið hálvum øðrum prosenti av heimsins samlaða útláti av kol-tvísúrni, skrivar Mats Sharp, sum hevur ábyrgdina av burðardygd hjá Ericsson. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493