Kann henda at Bretland verður verandi í ES

Kann henda at Bretland verður verandi í ES
Atkvøður bretska parlamentið ímóti Brexit-avtaluni, er als ikki vist, at Bretland fer úr ES, sigur bretski handilsmálaráðharrin Liam Fox.
 
30.12.2018 - 14:43

Fellur uppskotið hjá Theresu May, forsætisráðharra, í Undirhúsinum, kann væl henda, at Bretland verður verandi í ES.

Tað sigur bretski handilsmálaráðharrin Liam Fox við blaðið "Sunday Times".

Liam Fox er fyri, at Bretland fer úr ES.

Hann tekur undir við forsætisráðharra sínum og uppskoti hennara um, hvussu Bretland skal fara úr ES, og sigur við blaðið, at tað fer at oyðileggja álitið millum veljarar og politikarar, um Parlamentið havnar uppskoti forsætisráðharrans.

Avtalan verður ikki broytt

Uppskotið hjá Teresu May um, hvussu Bretland skal fara úr ES er úrslit av drúgvum samráðingum við ES, og í Brússel verður sagt, at avtalan partanna millum kann ikki broytast.

Atkvøðugreiðsla um uppskotið verður í Undirhúsinum umleið 20. januar, og ætlanin er, at Bretland skal fara úr ES 29. mars.

- Verður uppskotið felt, hava vit svikið álit veljaranna, sum atkvøddu fyri, at Bretland skuldi fara úr ES, sigur Liam Fox. Og tá er eins góður møguleiki fyri, at Bretland verður verandi í ES, sum at farið verður úr evropeiska samveldinum, sigur handilsmálaráðharrin.

Liberal-demokratarnir í bretska undirhúsinum eru ímóti, at Bretland fer úr ES, og flokkurin vil hava, at uppskotið um at fara úr ES eisini fer til fólkaatkvøðu.

Layla Moran hjá liberal-demokratunum sigur um Liam Fox og tað, hann sigur, at Parlamentið svíkur álit veljaranna, at tað er Konservativi flokkurin hjá Theresu May og Liam Fox, ið svíkja, tí tey vilja ikki leggja úrslitið av samráðingunum við ES fyyri veljararnar at taka støðu til á nýggjari fólkaatkvøðu.


----------
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632