Kungerðin um uppboðssøluna á Flemish Cap er gjørd

Kungerðin um uppboðssøluna á Flemish Cap er gjørd
Uppskot um kungerðina um uppboðssøluna um rættin at fiska á Flemish Cap í ár er gjørt og sent Fiskivinnuráðnum
Eivind er farin til fiskiskap á Flemish Cap.
 
09.01.2019 - 13:19

Uppskot um kungerðina um uppboðssøluna um rættin at fiska á Flemish Cap í ár er gjørt og sent Fiskivinnuráðnum.

Ætlanin er, at uppboðssølan verður, meðan línuskipini eru á Flemish Cap, upplýsir Fiskimálaráðið.

Ætlanin er eisini, at bara línuskipini kunnu bjóða á uppboðssøluni.

Føroyski fiskiskapurin á Flemish Cap kann byrja í morgin, 10.januar.

Toskakvotan á Flemish Cap í ár er 3.911 tons tilsamans.

Tað er felagskvota.

1.276 tons skulu seljast á uppboðssølu. 

Fiskivinnuráðið hevur fund í morgin um uppboðssøluna á Flemish Cap.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860