Methøgur vøkstur á amerikanska CO2-útlátinum

Methøgur vøkstur á amerikanska CO2-útlátinum
Ein nýggj uppgerð hjá óhefta stovninum, Rhodium Group, vísir, at amerikanska útlátið í fjør vaks við 3,4 prosentum
 
09.01.2019 - 09:52

Amerikanska útlátið av vakstrarhúsgassum vaks so nógv í fjør, sum tað bara eitt annað ár hevur gjørt seinastu 20 árini. Tað vísir ein uppgerð hjá óhefta stovninum, Rhodium Group.

USA hevur frammanundan gjørt ov lítið fyri at minka um útlátið, og tað gloppið er nú uppaftur størri, siga granskarar.

Í fjør vaks útlátið 3,4 prosentstig í mun til í 2017. Bara í 2010 var útlátið størri enn í fjør. Grundgevingin var tá, at ferð var komin á aftur eftir fíggjarkreppuna.

Á veðurlagsráðstevnuni í Paris í 2015 samdust 200 lond um at minka útlátið. Endamálið er at forða fyri, at tað verður lýggjari á jørðini.

Síðani 2016 hevur USA ikki gjørt stórvegis á veðurlagsøkinum, og tí er stórur vandi fyri, at landið als ikki klárar tað, sum londini settu út í kortið til 2025.

Til ta tíð skal amerikanska útlátið verða 26 til 28 prosent minni enn í 2005.

Í 2017 boðaði Donald Trump, forseti, frá, at hann ætlaði at taka USA úr avtaluni, sum varð gjørd í Paris. Tað kann hann ikki gera fyrr enn 4. november í ár.

Hann hevur eisini broytt nøkur átøk, sum Barack Obama, fyrrverandi forseti, setti í verk á økinum.

Hann hevur eisini skýrt veðurlagsbroytingarnar at vera eitt kinesiskt fuppnummar og mælir til at nýta meir av koli og olju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204