Legði hald á fundarfrásagnir

Legði hald á fundarfrásagnir
Amerikanski forsetin legði hald á fundarfrásagnir og bað fólk um ikki at tosa um, hvat var sagt, tá ið fundir vóru millum hann og russiska forsetan
 
13.01.2019 - 14:05

Tað skriva Washington Post, CNN og Fox News.

Fox News verturin Jeanine Pirro spurdi í gjár Donald Trump, hví ongar fundarfrásagnir vóru frá fundum hansara við Vladimir Putin, og til tað svaraði Trump, at hann og Putin høvdu eitt gott prát, og at hann einki hevur at fjala.

Men Washington Post skrivar eisini í gjár, at Donald Trump hevði strongt á at fjala smálutirnar í samrøðum hansara við Putin.

Sambært blaðnum skal Trump minst einaferð hava tikið frásøgnina frá tulkinum, sum var á fundinum, og givið øllum í rúminum boð um ikki at tosa við onnur í stjórnini um prátið teirra millum.

Søgan hevur sjálvandi vakt ans í amerikonskum miðlum. Demokratarnir halda tað vera eina gølu, at forsetin dylur fyri, hvat hann og Putin hava tosað um, men forsetin avsannar, at hann hevur fjalt upplýsingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162