Kanada ávarar ímóti at ferðast til Kina

Kanada ávarar ímóti at ferðast til Kina
Kanadisku myndugleikarnar at ávara sínar landsmenn ímóti at fara til Kina, eftir ein kanadiari er dømdur til deyða í Kina fyri narkotikasmugling
Robert Schellenberg varð mánadagin dømdur til deyða
 
16.01.2019 - 08:47

Avgerðin hjá kinesisku myndugleikunum at døma ein kanadiara til deyða fær nú kanadisku myndugleikarnar at ávara sínar landsmenn ímóti at fara til Kina.

Í eini ferðavegleiðing verður sagt, at vandi er fyri, at lógin í Kina verður tilvildarliga umsitin, skrivar tíðindastovan AP.

Ávaringin kemur, eftir at ein kanadiskur ríkisborgari í gjár varð dømdur til deyða í Kina.

36 ára gamli, Robert Lloyd Schellenberg, varð í november dømdur 15 ára fongsul fyri narkotikasmugling. Í gjár varð dómurin broyttur til deyðarevsing.

Justin Trudeau, forsætisráðharri, segði, at hann er stúrin um deyðadómin, og tað eigur allur heimurin at verða. Trudeau sigur, at dómurin er tilvildarligur.

Dómurin hevur gjørt støðuna millum Kina og Kanada uppaftur spentari.

Schellenberg varð tikin í 2014. Hann varð dømdur 15 ára fongsul fyri at hava verið við til at smugla 222 kilo av metamfetamin inn í Avstralia, sum vórðu krógvað í einum bildekki.

Kinesiskir myndugleikar siga, at kanadiarin var oddamaður í einum altjóða bólki, sum skipað fyri smuglingini. 

Ákæruvaldið kærdi dómin um 15 ára fongsul, og í gjár varð kanadiarin dømdur til deyða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666