Leiting í Gøtuvík steðgað: Eingin funnin

Leiting í Gøtuvík steðgað: Eingin funnin
Ein stór leiting hevur verið á Gøtuvík og í Leirvíksfirði fyrrapartin, tá MRCC fekk fráboðan um eina møguliga neyðrakett
 
19.01.2019 - 12:05

Um hálvgum níggju tíðinda í morgun sóu fólk í Syðrugøtu okkurt, sum minti um eina neyðrakett á leiðini móti Gøtunesi og Borðoyanesi. MRCC-støðin setti leiting í verk beinanvegin.

Bátar, ið vórðu staddir har á leiðini fóru at leita beinanvegin, og bjargingarbáturin Ziska fór eisini at leita.

Eisini tyrlan varð sett inn í leitingina.

Um 11-tíðina fyrrapartin varð leitingin avblást, uttan at nakað var funnið.

- Eingin hevur biðið um hjálp, og eingin er saknaður. Klokkan 11 høvdu vit leitað alt økið ígjøgnum fleiri ferðir, og valdu tí at steðga leitingini, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.

Tá leitingin varð avblást høvdu eisini Brimil og Vædderen sett kós móti Gøtuvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542