Tíggjundi hvør fiskur fer aftur í havið sigur FAO

Tíggjundi hvør fiskur fer aftur í havið sigur FAO
FAO, matvøru- og landbúnaðarstovnurin hjá ST, hevur fyri triðju ferð gjørt eina frágreiðing um útblaking 
Nógvur fiskur fer aftur í havið, sigur FAO.
Mynd: EPA  
 
10.02.2019 - 13:43

Tíggjundi hvør fiskaður fiskur fer aftur í havið.

Tað sigur FAO, sum er matvøru- og landbúnaðarstovnurin hjá ST.

FAO hevur fyri triðju ferð gjørt eina frágreiðing um útblaking. 

Tann nýggjasta frágreiðingin er fyri árini 2010 til 2014.

FAO sigur, at kanska er útblakingin minkað seinastu árini.

Yvir níggju milliónir tons

Men tey árini, sum FAO nú hevur kannað, eru 9,1 millión tons av fiski farin aftur í havið um árið.

Hetta er ein tíggjundi partur av tí, sum er fiskað um árið hesi árini.  

FAO staðfestir, at 46 prosent, 4,2 milliónir tons, stava frá trolum.

Eisini onnur djór

Í fyrstu kanningini hjá FAO, hon varð gjørd í 1995, varð niðustøðan tann, at millum 17,9 og 39,5 milliónir tons fóru aftur í havið. Mne tá var annar kanningarháttur enn nú brúktur. 

Nú verða almenn tøl og tøl, sum FAO fær frá londunum, brúkt til at staðfesta útblakingina.

Útblakingin er størst í útnyrðingspartinum í Kyrrahavinum og landnyrðingspartinum í Atlantshavinum, har sum Føroyar fiska.

FAO sigur eisini, at ein millión sjófuglar, 8,5 milliónir skjaldbøkur, 225.000 sjóslangur, 650.000 súgdjór og tíggju milliónir hávar um árið eru veidd og síðani tveitt aftur í havið. 

Frágreiðingin sigur ikki, um fiskurin og djórini eru livandi ella deyð, tá tey fara aftur í havið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366