Sigmund gjørdist nummar trý

Sigmund gjørdist nummar trý
Sigmund Tróndheim tók veddingarfyritøkurnar á bóli, sang seg í finaluumfarið og gjørdist nummar trý danska Melodi Grand Prixnum
 
23.02.2019 - 21:33

23 ára gamli Sigmund Tróndheim luttók í kvøld við sanginum Say My Name í danska Melodi Grand Prixnum.

Veddingarfyritøkurnar søgdu undan sangkappingini, at Sigmund fór at enda millum tey aftastu, men tá fyrsta sms-atkvøðugreiðslan var tald upp, var sangur nummar fimm, Say My Name hjá Sigmundi, fyrsti sangur, ið kom víðari í finaluumfarið.

So skuldi syngjast av nýggjum og tá atkvøður og dómsnevnd høvdu talað, gjørdist vinnarin Leonora við sanginum Love is Forever.

Nummar tvey vóru grønlendsku Julie Berthelsen og Kina Kreutzmann við sanginum League of Light, meðan Sigmund gjørdist nummar trý.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541