Vil hava nýggja fólkaatkvøðu um samkynd í Kenja

Vil hava nýggja fólkaatkvøðu um samkynd í Kenja
Hægsti rættur í Kenja skjýtur upp at hava nýggja fólkaatkvøðu um at strika lógir, sum áseta, at tað er ólógligt at vera samkyndur
 
23.02.2019 - 12:24

Hægsti rættur í Kenja skjýtur upp at hava nýggja fólkaatkvøðu um at strika lógir, sum áseta, at tað er ólógligt at vera samkyndur. 

Orsøkin er, at teir tríggir hægstarættardómararnir, sum í gjár hava sagt sína hugsan um, hvørt gamla lógin er í stríð við grundlógina, ikki kunnu semjast, og tí hava teir skotið upp at hava nýggja fólkaatkvøðu í mai.

Tey, sum hava arbeitt fyri at avtaka lógina hava fingið harða mótstøðu. Forsetin í Kenja hevur fyrr sagt, at hetta er ein ikki-spurningur, og at nógvir tjóðartingslimir eru í móti at lógin verður strikað. 

Fleiri felagsskapir ímóti

Fleiri átrúnaðarligir felagsskapir eru ímóti at lógin verður strikað, og fleiri halda, at tað er í stríð við mentanina í Kenja at verða samkyndur.

Tað er óafrikanskt, sum sagt verður, og bera mótstøðufólkini eisini banga fyri, hvat tað næsta verður, altso at talan er um eina glíðibreyt og at um broytingin verður samtykt, verður næsta kravið, at samkynd kunnu giftast.

Hóast tað er óvanligt, at persónar verða dømdir eftir lógini, eru tað tey, sum vísa á, at lóggávan eggjar til forfylging og órætt móti samkyndum. 

Sambært lógunum í Kenja kanst tú verða dømdur upp í 14 ára fongsul fyri kynsligar gerðir, sum sambært somu lógum eru ímóti náttúruni. Og hesar lógir eru 120 ára gamlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666