Brexit í avgerandi støðu

Brexit í avgerandi støðu
ES og Bretland eru nú farin undir at umrøða tær størstu avbjóðingarnar, sum eru í samráðingunum
Sakførarin hjá bretsku stjórnini, Geoffrey Cox, sigur, at ES og Bretland nú eru farin undir at umrøða tær størstu avbjóðingarnar, sum eru í samráðingunum
 
06.03.2019 - 15:53

Sakførarin hjá bretsku stjórnini, Geoffrey Cox, sigur, at ES og Bretland nú eru farin undir at umrøða tær størstu avbjóðingarnar, sum eru í samráðingunum.

- Vit hava lagt nøkur uppskot fyri ES, nøkur skilagóð uppskot, men líkt er til, at kenslur nú eru komnar í samráðingarnar, og tí er ilt at endurgeva, hvat uppskot talan er um.

 >> SÍ EISINI Heita á May um at útseta brexit

Tað segði Cox við Sky News, tá hann kom aftur til Bretlands, eftir at hava vitjað í Brússel, skrivar NTB. Hann vildi ikki í smálutir við tí, sum fer fram, men hann váttaði, at talan er um ógvuslig sjónarmið, sum eru løgd fram.

- Nú er verulig gongd komin á samráðingarnar, sum fara at halda fram, segði sakførarin hjá bretsku stjórnini, Geoffrey Cox.

 >> SÍ EISINI Fleiri brexit-broytingar

Geoffrey Cox stendur nú á odda fyri samráðingunum við ES, saman við brexitráðharranum, Stephen Barcley. Cox hevur fingið boð frá Theresu May, forsætisráðharra, at hann skal tryggja, at tað, ES fer at bjóða, heldur rættarliga.

May hevur sett sær fyri, at fáa ES at flyta seg, áðrenn nýggj atkvøðugreiðsla verður í parlamentinum, og tað verður eftir ætlan grækarismessudag, 12. mars.

Samráðingarnar snúgva seg nú um markið ímillum Írland og Norðurírland, tí tey, sum vilja úr brexit, siga, at tann parturin av avtaluni kann binda Bretland í tollsamgongu við ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204