Hava kunningarfund um nýggjan Hvalbiartunnil

Hava kunningarfund um nýggjan Hvalbiartunnil
Landsverk skipar í dag fyri almennum kunningarfundi í Suðuroy um nýggja Hvalbiartunnilin
 
10.03.2019 - 11:15

Seinnapartin í dag verður kunnandi fundur í Salt í Suðuroy um verkætlanina við nýggjari farleið til Hvalbiar.

Tað eru Landsverk og aðrir viðkomandi partar, ið skipa fyri fundinum, sum byrjar klokkan 13.15 í dag.

Á fundinum fer Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, at bjóða vælkomin, Landsverk fer at kunna um verkætlanina, og síðani fer stjórin á Articon at greiða frá, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis.

Eisini fáa fólk høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558