Hallur Hansson ivast um framtíðina

Hallur Hansson ivast um framtíðina
Sáttmálin hjá Hallur Hansson við AC Horsens gongur út í desember
 
20.03.2019 - 07:00

Tað hevur gingið væl hjá Halli Hansson, síðan hann kom til Superligufelagið, AC Horsens. 

Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur verið millum mest eyðsýndu spælararnar hjá felagnum í hesum árinum.

Hann er eisini toppskjútti hjá AC Horsens við sjey málum.

Men í løtuni er ikki greitt, um hann heldur fram í Horsens. Sáttmálin gongur út í desember í ár, og í løtuni umhugsar Hallur framtíðina.

Hevur fleiri møguleikar:

Hallur Hansson sigur, at hann hevur fleiri møguleikar, tí onnur feløg hava víst áhuga.

Tó hevur hann í løtuni fokus á ítróttarliga partinum.

-Í løtuni hugsi eg fyrst og fremst um, at vit skulu yvirliva í Superliguni.

Horsens hevur bjóðað mær nýggjan sáttmála, og vit eru í samráðingum, men tað er eisini áhugi aðrastaðni frá.

Í løtuni fái eg ikki sagt, hvar eg spæli í 2020, men eg vóni, at tað er avklárað innan alt ov langa tíð., sigur Hallur Hansson við Kringvarpið.

Landsdystur nummar 40

26 ára gamli, Hallur Hansson, verður helst í byrjanaruppstillingini ímóti Malta leygardagin.

Dysturin verður hansara fjørutiundi fyri Føroyar.

Føroyar høvdu sína fyrstu ábending í morgun, og har var ábending um, at Hallur Hansson kemur at manna sentrala miðvøllin saman við Brandi Olsen og Rógva Baldvinsson.

Føroyar spæla ímóti Malta leygardagin klokkan 17.00

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087