Tjaldur eigur fimm prosent í Bank Nordik

Tjaldur eigur fimm prosent í Bank Nordik
Partafelagið Tjaldur eigur nú fimm prosent í BankNordik, tað hevur bankin boðað keypsskálanum frá
 
23.03.2019 - 12:39

Partafelagið Tjaldur er nú millum teirra, sum eiga minst fimm prosent í BankNordik.

Bankin hevur boðað keypsskálanum frá, at Tjaldur hevur boðað bankanum frá, at felagið nú eigur 500.021 partabrøv í P/f BankNordik. Tey svara til fimm prosent av partapeninginum í bankanum.

Tríggir partaeigarar meira enn fimm prosent

Sambært roknskapinum fyri 2018 hava tríggir partaeigarar meira enn fimm prosent av partabrøvunum.

Teir eru Fíggingargrunnurin frá 1992, sum umsitur tey 33 prosentini, sum landið eigur, Lind Invest í Århus, sum eigur 12 prosent og Protector Forsikring í Oslo, sum eigur seks prosent.

Á nýggjárinum vóru 8.500 partaeigarar í BankNordik. Privatir partaeigarar áttu 16 prosent.

Partapeningurin er býttur soleiðis, at í Føroyum er 57,4 prosent, í Danmark 23,3 prosent, í Íslandi eru tíggju prosent og í øðrum londum 9,3 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086