Viking Sky á veg til Molde

Viking Sky á veg til Molde
Arbeiðið at bjarga ferðamannaskipinum Viking Sky, sum í gjár kom í havsneyð út fyri norsku strondina við Møre og Romsdal, heldur fram.
Viking Sky á veg til Molde
Mynd: nrk.no  
 
24.03.2019 - 09:36

Í gjár var farið undir at flyta fólk av skipinum. Umborð vóru 1375 fólk, og í morgun vóru 397 fólk flutt av skipinum. Sambært NRK eru trý fólk álvarsliga skædd. Tað var vónleyst hjá bjargingarskipum at koma til hjálpar, og tí vórðu øll flutt við tyrlu.

Stóra ferðamannaskipið fekk í gjár maskintrupulleikar í ódnarveðrinum, og fekk nakrar ógvusligar brotasjógvar. Tað byrjaði at reka móti landi, og var eina hundrað metrar frá at taka botn, tá tey fingu kastað akker og gongd fekst aftur á tríggjar av fýra motorum. Nú eru endar eisini fingnir um umborð, og Viking Sky verður sleipað móti Molde.

Nú støðan ikki er so vandamikil longur, er arbeiðið at flyta fleiri fólk av skipinum eisini steðgað.

Ferðamannaskipið, Viking Sky, er 227 metrar langt og 28 metrar breitt. Skipið tekur 930 ferðafólk og manningin telur 465 fólk. Skipið fór úr Bergen 14. mars og skuldi enda sína ferð í London 26. mars. Tað gjørdi ikki støðuna lættari, at eitt farmaskip, Hagland Captain, eisini kom í havsneyð um somu leið. Ta einu løtuna var støðan álvarslig tá nakrir av manningini lupu á sjógv og vórðu bjargaðir av tyrlu. Í morgun eru so øll manningin upp á níggju bjargað av skipinum, sum nú liggur fyri akker.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539