Føroyar javnaðu í síðsta sekundi

Føroyar javnaðu í síðsta sekundi
Stutt fyri dystarlok eydnaðist tað Biritu B. Nielsen at javna ímóti Litava
 
09.04.2019 - 16:00

Tað endaði eisini við javnleiki í seinna venjingadystinum millum Litava og Føroyar. Dysturin í dag endaði við 1-1 javnleiki.

Eftir málleysan fyrra hálvleik, kom Litava á odda í 72. minutti. 

Í allarseinastu sekundunum fekk føroyska liðið horna, sum var sent væl innfyri. Inn í øllum trunkanum fekk Birita Bergsdóttir Nielsen fótin á bóltin, og so var 1-1. Dómarin góðkendi málið, og so bleiv floytað av.

Litava og Føroyar spældu eisini venjingardyst sunnudagin, tá bleiv úrslitið 2-2. Heidi Sevdal skoraði bæði tey føroysku málini.

Venjingardystirnir eru liður í fyrireikingini til komandi EM-undankappingina.

Føroyar í bólki saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi.

Fyrsti dystur er 29. august á heimavølli móti Wales.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595