Kim Jong-un boðin at hitta Putin

Kim Jong-un boðin at hitta Putin
Norðurkoreanski leiðarin fer til Russlands síðst í hesum mánaðinum, og tað verður fyrstu ferð hann hittir Putin.
 
19.04.2019 - 14:25

Síðst í hesum mánaðinum verður toppfundur millum russiska forsetan, Vladimir Putin, og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

Tað visti heimasíðan hjá Danmarks Radio at siga frá í gjár við Ritzau/Reuters sum keldu.

Tað verður fyrstu ferð, at teir báðir leiðararnir hittast, men í løtuni er ikki greitt, hvønn dag fundurin verður.

Putin hevur eina ferð til Kina á skránni seinni í hesum mánaðinum, og tí ivast altjóða miðlar, sambært tíðindastovuni AP í, um fundurin millum Putin og Kim Jong-un verður hildin í russiska havnabýnum Vladivostok, sum ikki er so øgiliga langt frá norðurkoreanska markinum

Fráboðanin um fundin millum russiska og norðurkoreansku leiðararnar kemur samstundis sum amerikanski forsetin, Donald Trump, stríðist við at fáa í lag eina avdubbingaravtalu við Norðurkorea.

Donald Trump og Kim Jong-un hittust í Vietnam fyrr í ár, men tann fundurin var úrslitaleysur.

Fyrsti fundurin millum amerikanska forsetan og norðurkoreanska leiðaran var í Singapore í fjør, men heldur ikki tann fundurin gav tað úrslit, sum ætlanin var. Ístaðin kom ein veik fráboðan um, at málið var, at eingi kjarnorkuvápn skulu vera á koreansku hálvoynni.

Tað er tó ikki heilt óhugsandi, at teir báðir fara at hittast aftur. Í síðstu viku visti norðurkoreanska tíðindastovan, KCNA, at siga frá, at Kim Jong-un er opin fyri einum nýggjum toppfundi við amerikanska forsetan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010