Leggja verju omaná Notre Dame

Leggja verju omaná Notre Dame
Dómkirkjan í Paris, Notre Dame, verður nú klødd við verjudúki, sum skal verja múrinum móti regni
 
26.04.2019 - 19:37

10 dagar eftir at eldur oyðilegði tekjuna á dómkirkjuni, er víðagitna glasvindeygað dekkað við dúki og styrkt við timbri. 

400 sløkkiliðs- og bjargingarfólk vóru við í arbeiðinum at sløkkja eldin 15. apríl, og sambært franska innanríkismálaráðharranum hevði kirkjan ikki staðið til at bjarga, um ein hálvur tími gekk afturat, áðrenn tamarhald fekst á eldinum. 

Sambært fronskum miðlum, er ætlanin nú at reisa eitt risastórt regnskjól yvir tekjuna, fyri at verja bygningin, meðan arbeiðið at endurbyggja kirkjuna er í gongd, skrivar AP-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595