Hópdrápsmaður á Kýpros

Hópdrápsmaður á Kýpros
Ein maður hevur játtað seg sekan í at hava dripið sjey kvinnur og gentur á miðjarðarhavsoynni Kýpros
 
28.04.2019 - 15:10

Løgreglan á Kýpros hevur funnið trý lík og hevur handtikið og skuldsett 35 ára gamla Nikos Metaxas fyri drápini.

Hann sigur seg tó hava dripið sjey kvinnur og gentur, so nú verður leitað eftir fleiri líkum. Tað skrivar Reuters.


Nikos Metaxas hevur fjalt trý av líkunum, sum løgreglan enn ikki hevur funnið, í nøkrum kuffertum í einum vatni. Kuffertini eru nú funnin og verða kannað. 


Metaxas hevur eftir øllum at døma dripið fimm kvinnur og tvær gentur, sum eru ávikavist seks og átta ár.

Fyrr í mánaðinum vórðu tvær kvinnur funnar deyðar, sum høvdu verið burtur síðani mai í fjør, og fyri tveimum døgum síðani varð ein kvinna afturat funnin deyð.

Bleiv avdúkaður á netinum

Ein av gentunum, sum er burtur, er seks ára gamla dótturin hjá tí fyrstu kvinnuni, sum varð funnin deyð, 38 ára gamla Mary Rose Tiburcio.

Løgreglan fann fram til Nikos Metaxas, tí hann hevði samskift við Mary Rose Tiburcio á sosialu miðlunum. 

Í næstu viku kemur eitt toymi av bretskum løgreglumonnum at hjálpa við rannsóknini.

Myndugleikarnir ákærdir fyri líkasælu

Hópdrápini skelka fólk á Kýpros, og myndugleikarnir kunnu verða ákærdir fyri revsiverda líkasælu og mismun, tí allar kvinnurnar eru útlendskar.

Politiski flokkurin AKEL krevur, at løgregluovastin og ráðharrin, sum varðir av økinum, fara frá, tí tað varð ikki tikið í álvara, tá kvinnurnar blivu burtur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533