HB-KÍ beinleiðis í útvarpinum

HB-KÍ beinleiðis í útvarpinum
Í kvøld spæla HB og KÍ fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið
 
07.05.2019 - 13:50

Ein sannur fótbóltsklassikari er á skránni í dag, tá HB og KÍ møtast í Gundadali.

KÍ hevur verið sera sannførandi higartil í ár, og er eisini oddalið í landskappingini við tjúgu stigum.

HB hevur hinvegin bara verið ein skuggi av sær sjálvum samanborið við í fjør, og hevur bara fingið tólv stig í landskappingini.

Liðini møttust í fyrsta umfari í Klaksvík. Tann dysturin endaði við málleysum javnleiki.

Veddingarfyritøkurnar meta undan dystinum, at HB er favorittur. 

Bet365 gevur pengarnar 2.10 ferðir aftur fyri ein HB-sigur, meðan ein KÍ-sigur gevur pengarnar 2.50 ferðir aftur.

Dysturin ímillum HB og KÍ byrjar klokkan 18.00 í kvøld. Útvarpið sigur beinleiðis frá dystinum, byrjað verður aftaná tíðindini.

Av tí at talan er um steypadyst, ber eisini til at síggja hæddarpunkt frá dystinum á kvf.fo seinni í kvøld.

Hin hálvfinalan verður ímillum Skála og Víking í annaðkvøld klokkan 18.00. Útvarpið sigur eisini beinleiðis frá tí dystinum.

Hæddarpunkt frá dystinum á Skála koma eisini á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213