Spreinging í Egyptalandi - 17 fólk særd

Spreinging í Egyptalandi - 17 fólk særd
Spreinging í ferðafólkabussi í Kairo
 
19.05.2019 - 16:58

Ein spreingin í einum bussi í Egyptalandi hendi fyri løtu síðani. Minst 17 fólk eru særd. 

Spreingingin var vend einum ferðafólkabussi við 25 ferðafólkum tætt við pyramidurnar, sum eru eitt sindur uttan fyri egyptiska høvuðsstaðin, Kairo. 

Av teimum 17, sum eru særd, eru fleiri av teimum útlendingar, siga egyptiskir myndugleikar, og leggja aftrat, at talan er um eina bumbu, sum varð løgd á vegin, har bussurin við ferðafólki koyrdi. 

Sambært danska uttanríkisráðnum er var eingin dani við í bussinum. 

Egyptiskir myndugleikar siga, at tey enn ikki vita, hvør hevur framt álopið.

Í desember mánað í fjør lótu trý fólk lív í Egyptalandi orsaka av líknandi bumbu, og sostatt hava fleiri ferðafólkaskrivstovur avlýst ferðir í Kairo. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533