Nógv náttarlív men hampiliga friðarligt

Nógv náttarlív men hampiliga friðarligt
Húsaófriður var, og fólk fingu ikki náttarfrið
Mynd: savnsmynd  
 
02.06.2019 - 09:35

Nógv fólk hava verið í býnum bæði í Klaksvík og í Havn. 

Í Klaksvík var bæði Royal Run og Norðoyarstevna, meðan í Havn vóru tað serliga fótbóltsfjepparar, ið settu sín dám á býin, nú Champions League finalan varð spæld í gjárkvøldið. Hana vann Liverpool 2-0 móti Tottenham.

Av Politistøðini verður sagt, at løgreglufólk hava verið út og gingið millum fólk, og tað hevur fyribyrgt fleiri illstøðum, sum skjótt kundu endað sum harðskapsmál, í bæði Klaksvík og Havn. 

Politiið hevur eisini í fleiri førum verið úti og tosað partarnar til sættis har húsaófriður var bæði í Havn og Klaksvík.

Endaði hjá læknanum

Í Fuglafirði endaði ein persónur hjá læknanum eftir húsaófrið, og viðkomandi skuldi siga løgregluni frá, um hann meldaði málið. 

Í einum førum hava grannar hjá einum skeinkistaði í Havn klagað um ov nógvan larm. Tað vísti seg, at bæði vindeygu og hurðar stóðu opin. 

Og so er ein útlendingur tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn. Løgreglan hevur enn ikki endaliga staðfest, hvør maðurin er, so hann situr enn í varðhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666