La Sagrada fingið byggiloyvi

La Sagrada fingið byggiloyvi
Víðagitna kirkjan La Sagrada Familia í Barcelona hevur loksins fingið byggiloyvi
 
09.06.2019 - 10:14

Tað hevur kirkjan fingið 137 ár eftir, at arbeiðið upp á kirkjuna byrjaði í 1882.

La Sagrada Familia verður mett at vera høvuðsverkið hjá arkitektinum Antoni Gaudi. Hóast arbeiðið upp á kirkjuna byrjaði í 1882, søktu tey ikki um byggiloyvi fyrr enn í 1885.

Men sambært myndugleikunum er tað einki, sum bendir á, at byggiloyvið er játtað. Tí er grunnurin, sum stendur á odda fyri at byggja og varðveita kirkjuna, komin ásamt við býráðið í Barcelona um at rinda eina bót á 34 milliónir krónur, sum skal vera eitt slag av endurgjaldi fyri at byggja uttan loyvi.

Samstundis er byggiloyvið so latið fram til 2026, tá kirkjan ætlandi skal vera endaliga liðug. Og í 2026 eru júst 100 ár liðin síðani Gaudi doyði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576