95 deyð í álopi í Mali

95 deyð í álopi í Mali
Bygdin Sobane er so at siga útdeyð eftir álopið í nátt, sigur limur í trygdardeildunum hjá Mali.
 
10.06.2019 - 15:22

Í minsta lagi 95 fólk eru dripini í einum álopi á eina bygd í afrikanska landinum, Mali.

Álopið varð framt í nátt á bygdina, har etniski fólkabólkurin, dogon-fólkið, býr. 

Ein embætismaður í Koundo-landspartinum, sigur, at higartil er staðfest, at 95 sivilfólk eru deyð. Líkini eru brend, men leitað verður eftir fleiri líkum.

Limur í trygdardeildunum hjá Mali sigur, at bygdin, Sobane, er so at siga útdeyð eftir álopið í nátt. 

Altjóða sjónvarpsrásin, France 24, sigur, at maliska verjumálaráðið hevur váttað deyðstalið, og at 19 fólk eru ikki komin aftur í aftur.

Ósemja hevur leingi verið millum limir í dogon-fólkinum og limir í  fólkabólkinum, fulanar, um atgongd til jørð og vatn, skrivar France 24. 

Dogon-fólkið leggur m.a. fulanar undir at hava samband við lokalar hernaðarligar bókar. Hinvegin sigur fulanifólkið, at herurin í Mali letur dogonfólkinum vápn, og vápnini verða brúkt í álopum á fulanar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576