Macron stuðlar Merkel til ES-starv

12.06.2019 - 17:50
AktueltÚtheimurin
Macron stuðlar Merkel til ES-starv
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, kann vænta sær stuðul frá franska forsetanum í kappingini um at gerast forkvinna í ES-nevndini
 

Verður týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, við í kappingini um at gerast forkvinna í ES-nevndini, kann hon vænta stuðul frá franska forsetanum, Emmanuel Macron. Tað sigur forsetin í samrøðu við eina sveisiska sjónvarpsstøð.

Vil Merkel hava formanssessin, fari eg at styðja hana. Sjálvandi fari eg tað. Vit hava brúk fyri einum sterkum persóni í hesum sessinum, sigur Emmanuel Macron í sjónvarpssamrøðuni. 

Angela Merkel, sum herfyri legði frá sær sum forkvinna í stjórnarflokkinum CDU, hevur boðað frá, at hon gevst í politikki um tvey ár.

 >> SÍ EISINI Telvingin um sessirnar byrjað

Ein onnur kvinna, sum dyrgir eftir formanssessinum í ES-nevndini, er 51 ára gamla Margrethe Vestager úr Danmark, sum hevur verið nevndarlimur í kappingarmálum seinastu árini.

Vestager fær stuðul frá eitt nú fráfarandi formanninum í ES-nevndini, Jean Claude-Juncker. Eftir valið til ES-tingið herfyri, skulu nógvir týdningarmiklir sessir mannast av nýggjum í Brússel, eitt nú formanssessurin í evropeiska ráðnum.

Tann, ið situr í hesum sessinum, verður eisini nevndur ES-forseti. Ein nýggjur uttanríkisleiðari skal tilnevnast, ES-tingið skal hava nýggjan formann, og evropeiski miðbankin skal eisini hava nýggjan formann.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Føroyingar álopnir úr luftini (6:6)
111911
Leygardag 8. august
Hetta heilaga Evangeliið 16. august 2020
112092
Fríggjadag 7. august
Summartímin hósdag 6. august
112060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807