Árin á umhvørvið góðkend

Árin á umhvørvið góðkend
Vatnorkuverkið hjá Kvívíkar kommunu hevur fingið umhvørvisárinsmeting frá Umhvørvisstovuni
Tá lítið vatn er í áunum, verður vatn ikki tikið til orkuverkið
 
30.06.2019 - 09:58

Kvívíkar kommuna hevur fingið góðkenning at taka vatn í Stórá og Breiðá. Kommunan ætlar at hita dagsstovnin og skúlan við vatnorku.

Tá vatnið í áunum fer niður undir eitt vist, steðgar vatntøkan. Árinsmetingin varð løgd til almenna hoyring frá 9. til 30. mai.

Ongar viðmerkingar

Umhvørvisstovan fekk ongar viðmerkingar um hana. Kvívíkar kommuna brúkar 250.000 krónur um árið til olju til at hita dagsstovnin og skúlan.

Avgerðin um umhvørvisárinsmetinga kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum í seinasta lagi 31. juli.

Men øll kunnu tó ikki kæra. Kærurætt hava bara tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858