Airbnb veksur skjótt

Airbnb veksur skjótt
Fólk, sum í fjør gistu hjá Airbnb í Danmark, løgdu 4,2 milliardir krónur eftir seg í landinum
Níggju av 10 vitjandi hava upplýst fyri Airbnb, at tað er bíligari at gista hjá teimum, enn á vanligum gistingarhúsum í Danmark
Mynd: Wikimedia Commons  
 
02.07.2019 - 16:22

Tað vísir ein uppgerð, sum Airbnb hevur kunngjørt. Talan er um 13 milliónir krónur um dagin, skrivar danska blaðið, Berlingske.

Og kring heimin er talan um 150 ferðir fleiri pengar, sum viðskiftafólk leggja eftir seg, upplýsir Airbnb, sambært blaðnum.

Tilsamans var umsetningurin hjá Airbnb í 30 teimum mest vitjaðu londunum 655 milliardir krónur í fjør. Talan er um pengar, sum fara beinleiðis til handlar og fyritøkur og tey sum leiga út til Airbnb.

Bíligari enn á gistingarhúsum

Kanningin, sum Airbnb hevur almannakunngjørt, byggir á spurningar, ið eru settir 237.000 vertum og vitjandi, og á uppgerðir, sum fyritøkan sjálv hevur.

Kanningin vísir, at fjórðihvør vitjandi í Danmark er dani, meðan tríggir eru úr øðrum londum. Tey nýta í miðal 925 krónur har sum tey búgva og handla.

Níggju av 10 vitjandi hava upplýst fyri Airbnb, at tað er bíligari at gista hjá teimum, enn á vanligum gistingarhúsum. Av tí sama hava tey ráð at nýta fleiri pengar til hugna og keyp á ferðini, stendur í uppgerðini hjá Airbnb.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372