Atlantsflog stórt hall, hóast ferðafólkatalið setti met

Atlantsflog stórt hall, hóast ferðafólkatalið setti met
Úrslitið í fjør var 57 milliónir í halli eftir skatt, og høvuðsorsøkin er óvæntað eftirlit av flogmotorum
379.000 fólk flugu við flogførunum hjá Atlantsflogi í fjør, og tað er met.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.04.2026 - 15:23

Hóast Atlantic Airways setti met í ferðafólkatali í fjør, hevði felagið 57 milliónir krónur í halli eftir skatt.

Óvæntaðar útreiðslur í sambandi við heildareftirlit av tveimum motorum á flogførunum vóru høvuðsorsøkin til hallið, sigur Atlantsflog, sum hevur havt aðalfund í dag.

Úrslitið í 2024 var góðar 27 milliónir eftir skatt.

Samlaðu inntøkurnar hjá móðurfelagnum hjá Atlantsflogi í fjør vuksu úr 860  milliónum í fyrraárið upp í 879 milliónir í fjør.

Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar var fýra milliónir í halli í 2025 samanborið við 67 milliónir í avlopi í 2024. 

 


Niels Mortensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eftirlit fyrr enn væntað

Atlantsflog sigur, at veitarin av flogmotorum kallaði motorarnar inn til eftirlit nógv fyrr enn væntað. Neyðugt var at leiga flogfør og leggja ferðir um, meðan eftirlitið var.

Niels Mortensen, nevndarrformaður, sigur, at úrslitið í fjør fer ikki at hava ávirkan á framtíðarætlanir hjá felagnum, men tá hugsað verður um, at stórar íløgur skulu gerast í framtíðini, m.a. í nýggj flogfør, er hetta en fíggjarligur smeitur, sigur hann.

Tilsamans flugu 379.000 ferðafólk við flogførunum hjá Atlantic í fjør samanborið við 369.000 árið fyri. 43 prosent vóru útlendsk ferðafólk.

 


Tyrlusáttmálin við landið er longdur eitt ár. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tyrlusáttmálin longdur

10 ára sáttmálin, sum tyrlutænastan hjá Atlantsflogi hevur við landsstýrið um tyrluflúgving og tilbúgving, fór úr gildi um ársskiftið. Hann er longdur eitt ár, og tí skal samraðast um nýggjan langtíðarsáttmála. 

Um flogskúlan, simulatordepilin, sigur Atlantsflog, at felagið væntar, at hann fer at geva íkast til raksturin um fá ár. 

Nevndin í felagnum heldur fram.

Niels Mortensen er formaður, og Kaj Johannesen er næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen, Jens Eyðstein í Løðu og Tommy Andreasen.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595