- Tíðindi, mentan og ítróttur
Møta Georgia og Ísrael í dag
Føroyska U17 landsliðið í hondbólti spælir tveir dystir í dag, sum eru teir síðstu í innleiðandi bólkaspælinum í European Open í Gøteborg.
Klokkan 09.45 spæla Føroyar og Georgia, og seinnapartin klokkan 15:30 skulu Føroyar spæla ímóti Ísrael.
Dystirnir verða avgerandi fyri, um Føroyar megna at halda sær á fyrsta plássi í Bólki C.
Nummar eitt og tvey í innleiðandi bólkunum fara víðari.
Síðani verður nýggjur bólkur spældur. Nummar eitt og tvey í bólki C møta nummar eitt og tvey í bólki D.
Í løtuni er Ungarn oddalið í bólki D við seks stigum, meðan Hvítarussland og Slovakia hava fýra stig.
Tað er greiður fyrimunur at vinna innleiðandi bólkin, tí nummar eitt fær tvey stig við sær í nýggja bólkin, meðan nummar tvey einki fær við sær.
Bólkavinnararnir í nýggju bólkunum fara víðari í finaluna.
Støðan í Bólki C
1.Føroyar | 3.dystir | 6 stig |
2.Spania | 3 dystir | 4 stig |
3.Norra | 3 dystir | 4 stig |
4.Ísrael | 3 dystir | 4 stig |
5.Estland | 3 dystir | 0 stig |
6.Georgia | 3 dystir | 0 stig |