Pant fyri fleiri fløskusløg úr plasti

Pant fyri fleiri fløskusløg úr plasti
Men tað er ikki bara sum at siga tað at broyta pantiskipanina
Fleiri íløt skulu við í pantiskipanina.
 
07.07.2019 - 10:14

Ein nýggj pantiskipan fyri einnýtisíløt úr plasti verður nú gjørd.

Verandi skipan umfatar ikki øll einnýtisíløt til sodavatn og leskidrykkir.

Tað skal nú broytast, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Jenisi av Rana,
løgtingsmanni, um plastdálking.

Men tað er ikki bara sum at siga tað at broyta pantiskipanina.

Arbeiðssetningurin er orðaður og tilgongdin at manna arbeiðsbólkin byrjað. 

Gerast skal eitt uppskot um eina skipan, sum tryggjar, at so nógv einnýtisíløt sum gjørligt verða endurnýtt, og tað verður so ómakaleyst sum gjørligt at sleppa av við tey, sigur Sirið Stenberg. 

Arbeiðsbólkurin skal eisini gera uppskot um broytingar í lógini um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir og í kunngerð um íløt, úrdráttir og pant, umframt at avtala skal fáast í lag við Dansk Retursystem, sum tekur pant av íløtum, sum send verða til Føroya.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952