Somu kajakkrógvarar sum í síðstu viku

Somu kajakkrógvarar sum í síðstu viku
Kajakkrógvararnir, sum settu upp á Víkum á Vágum í gjár, eru teir somu, sum komu í neyð norðan fyri Enniberg í síðstu viku
Somu kajakkir, sum í síðstu viku, komu aftur í neyð í gjár. (Tilvildarlig mynd).
 
10.07.2019 - 13:05

Kajakkrógvararnir, sum settu upp á Víkum á Vágum í gjár, eru teir somu, sum komu í neyð norðan fyri Enniberg í síðstu viku.

Ringt samband er á Víkum, har er til dømis einki fartelefonsamband, men kajakkrógvararnir eru væl útgjørdir. MRCC fekk boðini um teir úr USA kl.12.20 í gjár.

Silja Star var fyrst hjá kajakkunum, men fekk ikki farið heilt inn.

Bjargingarbáturin Sverri kom síðani á staðið. Fyrst varð farið á Oyrargjógv við einum manni, sum hevði fingið onkran skaða.

Somu fólk

Sjúkrabilur bíðaði eftir honum á Oyrargjógv.

Síðani fór Sverri aftur á Víkar eftir teimum átta rógvarunum og kajakkunum og fór við teimum til Miðvágs.

Kajakkrógvararnir, kvinnur og menn, eru úr Ísrael og tilkomin fólk, millum 40 og 60 ár.

Bjarginartiltakað í gjár vardi í tveir tímar og 40 minuttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542