Fiskivinnuráðið fundast um útróðrarflotan týsdagin

Fiskivinnuráðið fundast um útróðrarflotan týsdagin
Mikudagin bað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ráðið um eina skundhoyring, nú allir fiskidagarnir í bólki 5B eru brúktir
Tilvildarlig mynd
 
13.07.2019 - 12:05

Allir fiskidagarnir í bólki 5B eru brúktir, og tí liggur stóru partur av útróðrarflotanum lamin. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, ætlar at broyta kunngerðina.

Kunngerðin ásetir býtið millum fullriknu útróðrarbátarnar í bólki 5A og útróðrarbátarnar í bólki 5B, sum hava útróðurin sum parttíðar ella nýggja vinnu, soleiðis at nakrir útróðrarmenn í bólki 5B sleppa aftur til útróðrar. 

Uppskotið hjá landsstýrismanninum snýr seg í stuttum um at flyta nakrar útróðrarbátar úr bólki 5B yvir í bólk 5A og lata teir taka dagarnar við sær. Teir útróðrarmenn, sum hava avreitt fyri 200.000 krónur fyrra hálvár í ár, skulu sambært uppskotinum flytast yvir í bólk 5A.

 >> SÍ EISINI Fiskidagar eisini næsta ár. Lógin er nú lýst

Tað hevði, sambært Fiskimálaráðnum, givið umleið 600 fiskidagar afturat í bólki 5B, og sama dagatal minni í bólki 5A. Mikudagin segði Vørn, at 2.471 dagar eru brúktir í bólki 5A, og tá vóru tí 2.856 fiskidgar eftir.

Joanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum, sigur, at tað ber ikki til at fáa Fiskivinnuráðið saman fyrr enn týsdagin. Fundurin í ráðnum byrjar klokkan 15, og forkvinnan væntar at avgreiða málið tá.

Lógin um Fiskivinnuráðið sigur, at øll týðandi fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, skulu leggjast fyri fiskivinnuráðið til ummælis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615