Peningagávur ikki komnar enn

Peningagávur ikki komnar enn
Óvissa og ósemja eru um, hvussu Notre Dame-katedralurin í París skal síggja út, tá hann verður bygdur uppaftur
Peningagávurnar, sum vórðu lovaðar fransmonnum eftir at Notre Dame-katedralurin brendi, eru ikki komnar enn
 
14.07.2019 - 15:29

Dagarnar eftir at eldur kom í Notre Dame-katedralin í París 15. apríl, lovaðu franskir og útlendskir gevarar peningagávur fyri tilsamans 6,8 milliardir krónur, so katedralurin kundi byggjast uppaftur.

Í morgin eru tríggir mánaðir síðani, at eldur kom í 800 ára gamla Notre Dame-katedralin, men enn er bara ein lítil brotpartur av peningagávunum komin. Sambært myndugleikunum er minni enn 10 prosent av peninginum komin.

Gevarar ynskja ikki broytingar

Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, hevur millum annað lovað, at katedralurin skal byggjast uppaftur, so samband verður ímillum siðaarvin og nútímansgerðina.

Júst hetta tykist vera ein av orsøkunum til, at peningurin, sum gevararnir annars søgdu seg vilja lata til byggingina, ikki er komin enn, hóast peningurin varð lovaður.

Tað er eingin ivi um, at meginparturin av gevarunum, sum eg havi tosað við, ynskja, at katedralurin skal síggja út, sum hann gjørdi áðrenn eldin, sigur Michael Picaud, formaður í grunninum, ið umsitur peningagávurnar.

 >> SÍ EISINI Føroyingar harmast um Notre Dame

Nógvir gevarar blivu ræddir, tá teir sóu tey nógvu og ymisku hugskotini frá arkitektunum, sigur formaðurin í grunninum, sambært DR.

Eitt starvsfólk í grunninum segði í juni, at eingin av teimum stóru gevarunum fór at lata nakra peningagávu, so leingi tað ikki er vissa um, hvussu katedralurin fer at síggja út, tá hann er bygdur uppaftur, skrivar Financial Times.

Royna at tryggja katedralin, so hann ikki rapar

Eitt av uppskotunum, sum hevur loypt øði í fólk í Fraklandi, er eitt uppskot um, at spírini skulu loga, tá tey verða endurgjørd, tá arbeiðið í katedralinum verður gjørt.

Tað verður ikki fyrr enn um nakrar mánaðir, at tað verður avgjørt, hvussu Notre Dame-katedralurin fer at síggja út, tá hann verður liðugt endurbygdur.

130 hondverkarar arbeiða í løtuni fyri at tryggja katedralin, so hann ikki rapar og fyri at avmarka dálkingina frá blýggi. Arbeiðið, at endurbyggja katedralin, byrjar væntandi í næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347