Fólk úr meira enn 100 londum í Føroyum

Fólk úr meira enn 100 londum í Føroyum
Tann 1. januar í ár vóru 1.794 fólk úr 102 londum skrásett at búgva í Føroyum
Nú skal ein lóg gerast um útlendingar í Føroyum
 
30.07.2019 - 12:40

Tað stendur í støðulýsingini, sum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur gjørt um integrasjónina í Føroyum. Har stendur eisini, at alsamt fleiri utlendingar fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.   

Í fjør fingu 55 fólk úr 25 londum varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Nógv tey flestu, 20, eru úr Filipsoyggjunum.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur eisini talt, hvussu nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum. Tann 1. februar í ár arbeiddu 1.214 útlendingar í Føroyum.

160 norðurlendingar, 498 fólk úr ES londum, tá Danmark, Svøríki og Finnland eru undantikin, 97 fólk úr londum í Evropa, sum ikki eru Norðurlond ella ES-lond og 459 úr londum í øðrum heimspørtum. Tey flestu, 200, eru í byggivinnuni.

Lóg skal gerast

Fyrstu stigini verða nú tikin til at gera eina integrasjónslóg í Føroyum, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. Lógin skal áseta treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. 

Slíkt loyvi krevur, at eitt skikkað undirvísingartilboð í føroyskum sum fremmandamáli og føroyskum samfelagsviðurskiftum verður ment.

Mælt verður nú til seta sum krav fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at tilflytarin hevur lokið prógv í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum.

Ein námsætlan skal gerast sum skjótast um eitt innleiðsluskeið í føroyskum sum fremmandamáli og samfelagsviðurskiftum til vaksin. Mælt verður eisini til at gera ein skúla við lærarum í føstum starvi at skipa fyri mál- og samfelagsskeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037