Trump vitjar í Danmark

Trump vitjar í Danmark
Donald Trump, forseti í USA, leggur leiðina fram við Danmark, tá hann 1. september fer til Pólland
 
31.07.2019 - 16:46

Donald Trump skal til Pólland í sambandi við, at tað eru 80 ár síðani, at Pólland varð hertikið av Týsklandi. Tað er á hesari ferðini, at hann vitjar Danmark. 

Danska forsætismálaráðið vildi tó fyrr í dag ikki vátta, um arbeitt verður við, at Donald Trump skal koma á vitjan. Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio. 

Tríggir teir seinastu forsetarnir í USA, Bill Clinton, George W. Bush og Barack Obama, vitjaðu allir Danmark í sínari tíð sum forsetar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392