Meirilutin hjá Johnson tódnar

Meirilutin hjá Johnson tódnar
Konservativi flokkurin í Bretlandi og stuðulsflokkur hansara í Norðurírlandi, DUC, hava nú bara ein sess í meiriluta í parlamentinum
 
02.08.2019 - 15:28

Eykaval var í Wales í gjár, og úrslitið var, at liberala valevnið vann á konservativa valevninum. Neyðugt varð at hava eykaval, tí konservativi parlamentslimurin, Chris Davies, hevur fingið ein dóm.

Hóast 19 prosent av veljarunum kravdu, at Chris Davies skuldi leggja frá sær, avgjørdi flokkurin, at hann skuldi royna at varðveita sessin á eykavalinum i Wales. Úrslitið varð, at 55 ára gamla Jane Dodds úr liberala flokkinum vann á Chris Davies. 

Tað ber í sær, at konservativi flokkurin og norðurírski stuðulsflokkurin hava nú bara ein sess í meiriluta í parlamentinum. Teir hava 320 sessir, og andstøðan hevur 319 sessir.

Tíðindastovurnar skriva, at nú meirilutin er tódnaður, verður uppaftur torførari hjá Boris Johnson at fáa brexit-ætlanina samtykta í parlamentinum, og úrslitið kann verða, at forsætisráðharrin fer at skriva út parlamentsval. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533