Hava fingið bókstavirnar K og L

bannari
Hava fingið bókstavirnar K og L
Løgmaður hevur givið nýggju flokkunum, sum stilla upp til løgtingsvalið í ár, bókstavamerking 
Valstriðið í Kringvarpinum byrjaði við formansumfari í gjárkvøldið
 
07.08.2019 - 12:52

Framtakið hevur fingið bókstavin K og Føroyaflokkurin hevur fingið bókstavin L, nú løgtingsval verður 31. august.

Hinir flokkarnir - teir, sum eisini hava stillað upp til onnur løgtingsval - varðveita sínar bókstavir. Níggju flokkar stilla upp hesaferð.

Freistin er 17. august

Leygardagin 17. august klokkan 18:00 er seinasta freist at lata valevnislistar inn til forkvinnuna í løgtingsvalnevndini. Í mesta lagi 43 valevni kunnu vera á einum valevnislista.

Sambært kunngerðini um løgtingsvalið kann valevnislisti ikki hava fleiri valevni enn tíggju fleiri enn løgtingslimirnir, sum skulu veljast. 

Í Løgtingsvalnevndini eru Malan Johansen, forkvinna, Bárður Larsen og Jógvan Amonsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717