Enn rok um flogvøll

Enn rok um flogvøll
Nú er aftur rok um flogvøllirnar, sum skulu gerast í Nuuk og Ilulissat í Grønlandi
Mynd: Savnsmynd (Visit Greenland)  
 
12.08.2019 - 07:48

Fíggjarnevndin í Grønlandi vil hava meira at vita um avtaluna, sum Kal-aal-lit Airports og Munck-samtakið hava gjørt. Fær nevndin ikki tað, vil hon hava undirskrivingina steðgaða, skrivar KNR. 

Flokkurin Siumut vil hava meira at vita um avtaluna um byggingina, sum Munck-samtakið skal gera. Siumut hevur tríggjar limir í fíggjarnevndini.

Trý tilboð komu

Í nevndini eru sjey fólk. Meirilutin í nevndini vil hava byggisáttmálan útsettan, tí fíggjarliga grundarlagið er ov veikt til at skriva undir. 

Trý tilboð komu upp á at byggja flogvøllirnar í Grønlandi. Hini vóru úr Hollandi og Kanada. Sáttmálin skuldi annars undirskrivast í morgin.

Ætlanin er, at báðir flogvøllirnir verða lidnir í senn. Og ætlanin er, at tað verður í fjórða ársfjórðingi í 2023.

Fingið nógva umrøðu

Nógv politisk umrøða var um flogvallarbyggingina í Grønlandi. Fíggingin fekk danir at rópa varskó, tí kinesarar buðu sær til bæði at byggja og fíggja flogvøllirnar í Grønlandi.

Danska stjórnin helt tað vera betri, at fíggingin er donsk. Kinesarar fóru seinni heilt burtur úr verkætlanini.

Fyrst í juni boðaði kinesiska statsfyritøkan CCCC, sum var millum tey undangóðkendu, frá, at hon bjóðaði ikki upp á flogvøllirnar í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533