Bob Geldof til Føroya

Bob Geldof til Føroya
Live Aid-stigtakarin, Sir Bob Geldof, verður høvuðsfyrilestrahaldari á Vinnudegnum í ár
Mynd: Mynd frá Facebook  
 
19.08.2019 - 13:26

Hann gjørdist heimskendur, tá hann í 1985 tók stig til og fyriskipaði risastóra stuðulstiltakið Live Aid, sum varð hildið í bæði Wembley Stadium í London, Onglandi, og John F. Kennedy Stadium í Philadelphia, USA.

Men á Vinnudegnum 27. september verður hann høvuðsfyrilestrarhaldarin á árliga Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum. 

Tónleikarin, forsprákarin og íverksetin Sir Bob Geldof. Tað boðar Vinnuhúsið frá í dag.

"I Don't Like Mondays"

Bob Geldof bleiv kendur í 70- og 80-árunum sum sangari í bólkinum Boomtown Rats, ið hittaði við eitt nú "I Don't Like Mondays" og "Rat Trap", sum báðir náddu upp á eitt fyrsta pláss á UK Top 40-hitlistanum. 

Men tað vóru ikki sangevnini hjá Bob Geldof, men hinvegin Live Aid, ið gjørdu hann heimskendan. Boomtown Rats gavst í 1986, men byrjaði aftur í 2013 og spælir enn. 

Á Vinnudegnum fer hann, undir heitinum “Making a Difference”, millum annað at tosa um heimsmálini hjá ST, um tað, hann kallar “ethical accountability”, og um tørvin á samstarvi fyri at røkka úrslitinum.

Vinnudagurin 2019 verður hildin fríggjadagin 27. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961