Vildi gjalda nógv

Vildi gjalda nógv
Donald Trump var eftir øllum at døma til reiðar at gjalda nógv fyri at keypa Grønland
 
21.08.2019 - 15:37

Amerikanski forsetin var eftir øllum at døma til reiðar at rinda nógvan pening fyri at keypa Grønland umframt at gjalda heildarveitingina, sum Danmark letur Grønlandi um árið.

Taå skrivar Washington Post, sambært Ritzau. Blaðið endurgevur tvær ónevndar keldur, sum vita nógv um keypsætlanina hjá Donald Trump.

 >> SÍ EISINI Trump vitjar ikki í Danmark kortini

Washington Post skrivar, at USA var til reiðar at rinda Danmark 600 milliónir dollarar um árið, sum svarar til upphæddina, sum Danmark rindar Grønlandi í heildarveiting um árið.

Heildarveitingin úr Danmark til Grønlands næsta ár verður 3,9 milliardir krónur, stendur í uppskotinum til fíggjarlog, sum varð lagt fram herfyri. Heildarveitingin er 55 prosent av øllum inntøkunum hjá grønlendska landskassanum.

Haraftrat var Trump til reiðar at rinda Danmark eitt stórt gjald, sum skuldi rindast eina ferð, aftur fyri Grønland.

– Tankin er púra burturvið

Bæði grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hava gjørt greitt, at Danmark er ikki til sølu.

Mette Frederiksen hevur sagt, at tankin um at selja Grønland er púra burturvið.

Grønland er ikki til sølu. Grønland er ikki danskt. Grønland er grønlendskt. Eg vóni ikki, at hetta var meint í álvara, segði Mette Frederiksen, tá hon var á almennari vitjan í Grønlandi sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201