1,3 milliónir fólk mótmæla ætlanum hjá Johnson

1,3 milliónir fólk mótmæla ætlanum hjá Johnson
Bretski forsætisráðharrin er komin í ódnarveður, eftir at hann hevur mælt til, at parlamentið verður sent til hús
Fólk í Bretlandi mótmæla, at forsætisráðharrin hevur mælt til, at parlamentið verður sent til hús beint upp undir endaligu samráðingarnar um brexit
Mynd: AP  
 
29.08.2019 - 09:57

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er komin í politiskt ódnarveður, eftir at hann hevur mælt til, at parlamentið verður sent til hús beint upp undir endaligu samráðingarnar um brexit.

Parlamentslimir í andstøðuni og konservativa flokkinum hjá Johnson siga, at hetta er ein gøla og eitt ódemokratiskt stig. Og nú talar fólkið eisini at.

Klokkan 9:57 í morgun høvdu 1.302.347 fólk skrivað undir eitt borgarauppskot, sum heitir á landsins leiðarar um at steðga ætlanini um at senda parlamentið til hús.

Greinin heldur fram niðanfyri

Ætlanin er, at parlamentið skal fara til hús 9. september, bara seks dagar eftir, at tað er komið saman eftir summarfrítíðina, og parlamentið skal so ikki koma samanaftur fyrr enn 14. oktober.

Tað er tvær vikur fyri at Bretland skal fara burtur úr ES. Boris Johnson heitti í gjár á Elizabeth drotning um at senda parlamentið til hús, og tað hevur hon eftirlíkað.

Forsætisráðharrin sigur, at steðgurin í tingarbeiðnum hevur til endamáls geva stjórnini møguleika at byrja av nýggjum 14. oktober.

Skuldu fara úr ES í mars

Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri eftir Theresu May fyri einum mánaði síðani, eftir at hon í trý ár hevði roynt at fáa undirtøku fyri eini avtalu um brexit.

Upprunaliga var ætlanin, at Bretland skuldi fara úr Evropasamveldinum 29. mars, men freistin varð longd til 31. oktober.

Boris Johnson hevur sagt fleiri ferðir, at bretar fara úr ES henda dag, sama um tað eydnast at fáa eina avtalu við ES ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392