Framvegis óvissa um høllina

Framvegis óvissa um høllina
Býráðið í Runavík hevur onga støðu tikið til byggiloyvið til høllina, ið skipasmiðjan MEST ætlar at byggja á Skála
Høllin, ætlanin er at byggja oman á turrdokkina á Skála, verður umleið 40 metrar høg
Mynd: Teldugjørd mynd (MEST)  
 
05.09.2019 - 15:49

– Neyðugt er við fleiri upplýsingum um høllina, áðrenn vit fara at viðgera byggiloyvið, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Høllin, sum MEST ætlar at byggja oman á turrdokkina á Skála, verður stívar 40 metrar høg, 129 metrar long og 34 metrar breið.

Av tí at ætlaða byggingin er hægri enn 15 metrar, varð neyðugt við serstakari byggisamtykt fyri økið, har turrdokkin er, og landsstýrið hevur góðkent serstøku byggisamtyktina. 

Runavíkar kommuna bíðar eftir fleiri upplýsingum frá MEST. Men hjá MEST hendir lítið og einki í málinum í løtuni, sigur Mourtis Mohr, stjóri á skipasmiðjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961